Verja fiskivinnuna í Arktis

Í dag byrjar ráðstevnan ?International Arctic Fishery Symposium? í býnum Anchorage í amerikanska statinum Alaska, har fólk fara at tosa um, hvat skal gerast fyri at verja fiskastovnarnar í tí arktiska økinum ímóti dálking fyri ferðamannaskipum og einari komandi oljuvinnu.

Ein av luttakarunum, Lene Kielsen Holm, sigur við grønlendska kringvarpið, at ráðstevnan fer millum annað at kanna, hvørjar avtalur eru galdandi fyri fiskiskap í økinum, og síðani skal ráðstevnan orða eitt uppskot um, hvussu fiskurin og annað tilfeingið kunnu verjast ímóti møguligari dálking.