Verið varin men óttist ikki

Hóast nógv ljós brenna um jólini, so plagar sløkkiliðið ikki at hava meiri at gera um jólini enn vanligt.

Ofta verður sagt, at jólini eru vandamiklasta tíðin á árinum, tá talan er um eldsbrunar. Jólaprýði við kertuljósum brenna í nógvum heimum, jólastjørnur og –ketur lýsa í vindeygum um alt landið og enn eru mong, ið nýta livandi ljós á jólatrænum.

 

Men sambært sløkkiliðnum í Havn er tað ikki meiri at gera um jólini enn annars, so tað letur til, at fólk duga væl at ansa eftir.

 

Hans Dávid Hansen, varasløkkiliðsstjóri, sigur, at tað týdningarmesta er at vera varin.

- Í hesum døgum eru tað nógv kertuljós, ið brenna, so verið varin. Minnist til, ikki at fara frá brennandi ljósum. Tá tú festir í, ansa so eftir, at ljósið ikki stendur ov nær onkrum, sum tað kann festa í, so sum gardinum ella jólaprýði av onkrum slag, sigur hann. Hans David Hansen minnir okkum eisini á, at ikki lata børnini spæla við eld ella ljósini.

 

Jólatíðin er grannhøgtíðin. Granntrø og –greinar mynda nógv av jólaprýðinum, og tó at tað prýðir væl, so er grann sera eldfimt.

- Serliga turt grann brennir sera væl. Tað er nærum so, at smáar eksplosiónir henda, tá eldur kemur í grannið, sum ger at eldurin breiðir seg sera skjótt, sigur Hans David Hansen. Hann mælir tí til, at fólk hava staniol ella okkurt annað líknandi um niðasta partin av ljósunum og ansa eftir, at tey ikki brenna í botn. Tað er ofta har niðri við, at grannið er nærmast ljósinum.

 

Í nógvum heimum verða kleynir kókaðar, nú jólini stunda til. Grýtur fullar av feitti eru sjálvandi eisini vandamiklar og skjótt kann grýtan gerast ov heit, og oljan fer at brenna.

- Statt við lokinum í aðrari hondini. So ert tú tilreiðar at leggja lokið á og køva eldin beinanvegin, sigur Hans David Hansen. Síðani kanst tú sløkkja hitan á plátuni og draga grýtuna yvir á eina kalda plátu.

- Far ikki og ber grýtuna út í tún ella nakað tílíkt. So er vandi fyri, at luft kemur til aftur undir lokið og at tað fer at brenna aftur.

 

Besta ráðið, Hans David Hansen hevur, er at fólk ogna sær roykvarnarar.

- Roykvarnarar eru besta amboðið at fyrireika vanlukkum. Eg minnist at fyrstu árini, eg arbeiddi sum sløkkiliðsmaður, vaks talið á útsendingum hjá sløkkiliðnum støðugt. Tá tað var um tað mesta, vóru vit boðsendir um 90 ferðir um árið. Nú liggur talið um 50, ella nærum eina ferð um vikuna. Tað er ikki meiri enn ein góð helvt av tí, tað var fyri ikki so langari tíð síðani, og tað eru uttan iva roykvarnararnir, sum eiga æruna av hesi afturgongdini, sigur Hans David Hansen.

 

- Roykvarnararnir eru skjótir at boða frá, um eldur kemur í. Keypið teir, um tit ikki hava, og eftirkanni teir, sum tit hava. Roynið teir og kannið battaríini, sigur hann. Hann sigur eisini, at tað kann vera eitt gott hugskot at dustsúgva roykvarnaran.

- Tá dust leggir seg á teir, versnar virknaðurin. Tað kann eisini leiða til, at teir ýla ov ofta, sigur Hans David Hansen. Falskir alarmar hava tíverri tað ávirkan á mong okkara, at vit tá sløkkja teir og kanska taka battaríini úr teimum.

 

Og sjálvandi er tað eisini eitt gott ráð at hava eldsløkkjara og brandteppi í húsinum, minnir Hans David Hansen, varasløkkiliðsleiðari, á.