Ein lesari gremur seg um, at tað er so ofta, telefonin ringir, men tá hon verður tikin, er eingin í telefonini.
- Eg veit fleiri, sum gremja seg um tað sama, at fólk eru alt ov kvik at leggja á aftur, verður telefonin ikki tikin beinanvegin.
- Nógv fólk leggja bara á, um telefonin ikki er tikin, tá hon hevur ringt tvær ella tríggjar ferðir. Tey skulu ikki vera so bráð, tí vit eru nógv, sum brúka eina løta til at koma til telefonina.
- Vit sita ikki øll við telefonina allan dagin, og orsøkirnar kunnu vera fleiri til, at telefonin ikki verður tikin beinanvegin. Summi eru illa gongd, onnur eru langt frá telefonini, tá hon ringir, ella vit standa við onkrum í hodunum og fáa ikki tikið telefonina beinanvegin.
- Vælsignaðið, latið telefonina ringja nakrar ferðir aftrat næstu ferð, áðrenn tit leggja á, tí einki er so forargiligt sum at taka telefonina, og tað er lagt á, sigur lesarin.