Betri fyrivarin enn eftirsnarin. Hetta orðafellið man hóska sera væl til hesa tíðina á árinum, tá fýrverk verður skotið og bál kynd kring landið alt. Tá ræður um meira enn nakrantíð at vera ansin, tí skjótt kann standast stórur skaði av fýrverki. Og bera vit okkum rætt at og fylgja fyriskriftunum, so er vandin ikki so stórur, tó at vandi altíð kann standast av fýrverki.
Hvussu oftani hoyra vit ikki tey sorgartíðindi eftir hvørt nýggjár, at fólk hava oyðilagt sjón ella hoyrn og aðrar likamslutir vegna ósketmi nýggjársaftan. Ja fólk hava entá latið lív, tá vit annars skuldu bjóða nýggja árinum vælkomnum. Ein gleðistíð verður tá bráddliga til eina sorgartíð.
Hetta hendir eisini her heima hjá okkum. Og oftani standast hesir skaðar av, at tey, sum seta eld á rakettir, bumbur og annað fýrverk ikki eru nóg ansin.
Sjálvandi skulu vit øll ansa eftir. Her hava foreldur og avvarandi eina stóra ábyrgd. Børn skulu fáa boð um at brúka verdnarbrillur, tá tey seta eld á fýrverk. Og her hevur uppdragilsi eisini nógv at siga. Tað er ikki nokk, at børn og ung fáa at vita, hvussu tey skulu bera seg at. Tey vaksnu, sum eisini skjóta fýrverk, mugu vera góðar fyrimyndir og sjálvi bera seg rætt at. Tíverri gera tey ikki altíð tað, og har rúsdrekka er uppií, er orsøk til at vísa eyka varsemi.
Eisini mongu bálini, ið verða kynd nýggjársaftan, kunnu vera vandamikil, um ikki verður ansað væl eftir. Fyrr vóru als ongar reglur fyri bálum og brunnu tey oftani millum hús og setti eld á. Nú eru gjørdar neyvan leiðbeiningar fyri eitt nú at brenna bál, sum væl varð greitt frá í grein her í blaðnum í gjár.
Latið okkum øll somul hava trygdina í huganum nýggjársaftan. Og latið okkum eisini ansa eftir hvørjum øðrum, leiðbeina og vegleiða og stuðla, har hetta er neyðugt. Sjálvandi ræður hvør sær og sínum. Men slíkt kvøld, tá alt er á gosi, øll eru í ovfarakæti, tá eru løtur, har skilið ikki altíð fylgir gleðisróminum. Og tá eiga vit øll at vera um hvør annan. Eitt mist eygað á nýggjárinum er eitt ov nógv.