- Verið sum høgguslokkar

Ummælið av Barometrinum, sum var í blaðnum týsdagin, var ikki meir enn hálvt. Einki varð sagt um teir, sum eiga stóran part av knossinum uppi í Útvarpshølunum.

ÚTVARP

Týsdagin tann 9. september var eitt ummæli av sendingini Barometrið í blaðnum. Har róstu vit teimum frálíku reportarunum, sum kundu finna upp á alt býtt. Men tó, so var ummælið ikki meir enn hálvt. Ikki eitt orð varð nevnt um teir, sum sótu í útvarpinum og knossaðu, og tað er ikki rætt.
- Rúni og Bjarni hava verið grundarsteinurin. Tað hevði einki verið uttan teirra skipan og samskipan úr studionum, fáa vit at vita frá Hera Jakobsen, sum er ein av Barometur-reportarunum. ? Bjarni hevur einsamallur sitið og stýrt hvørjum tí einasta knøtti uttan hjálp frá teknikarunum. Hann hevur trúliga verið sum ein høgguslokkur.
Og rætt mugu vit geva Hera. Teir, ið hava lisið allar spurningarnar og syrgt fyri øllum í Útvarpinum, mugu vit als ikki gloyma. Reportarirnir fingu tey flestu at flenna í kíki við teirra spurningum og samrøðunum, og tískil er lætt at gloyma teir, sum kanska sita í Útvarpinum og flenna og ikki beinleiðis taka lut í samrøðunum. Men eitt vita vit, at høvdu Rúni og Bjarni ikki verið, so høvdu nokk eingir spurningar verið settir.
Við hesum vilja vit takka teimum, Elin, Kára, Hera, Rúna, Bjarna og øllum, sum á ein ella annan hátt tóku lut í Barometrinum, fyri eitt gott summar og vóna, at vit hoyrast aftur komandi summar. Og vit vilja biða Rúna og Bjarna orsaka, tí ikki var tað við vilja. Vónandi hoyra vit málið á tykkum næstu ferð, Barometrið vónandi fer í luftina.