Verið góð við fuglin

- Farið væl um natúruna, verið góð við fuglin og vísið tykkum sum rættar ælabogahermenn, so hava tit gjørt tykkara, og kanska fer hesin hugburður at geva úrslit, og tá høvdu tit tvunnið sóma millum manna segði Frits Johannesen í talu síni ì skúlagarðinum í Fuglafjarðar skúla á Grækarismessu 2003.

Síðsta hósdag vóru vit báðir Petur Páll og eg á fjalli í Klemmuni. Komnir norður ímóti Heimarugjógv, sóu vit ælabogan røkka av Høgabakka til Fuglfjarðar-boðar í einum ljósum támi, sum lá yvir Djúpini. Út úr hesum támi við ælabogan-um yvir sær kom eitt tjaldur flúgvandi. Tað fleyg yvir fjallmonnunum og heilsaði teimum. Hetta var kveikjandi fyri stirdar vetrarsálir at uppliva hetta ein morgun fyrst í mars. Hóast mjørkin ikki er árligur fyrr enn á mariumessu á vári (25. mars), var ljósa támið ættleitt til hesa fragdarstund, sum vit tóku væl ímóti.
Tjaldrið kom út úr æla-boganum? ja, indiánin sigur: Tá ið jørðin er sjúk, fara dýrini at hvørva, tá fara hermenninir úr æla-boganum út at bjarga teimum. Hetta orðið byggir Green Peace sínar tankar á, og eitt av skipum tess ber hetta heiti: Rainbow Warrior.
Hóast hesa lagligu stund Norðuri í Líð, fór gjóstur um mína sál, tá ið hugsað varð um ælabogahermenninar. Fer tað at vera so galið, at hetta fer at henda, at t. d. okkara kæra tjaldur fer at hvørva av Guðs grønu jørð? Hvat so? Skulu vit so fara undir at gera okkum eftirgjørdar fuglar.. ja, t. d. ein burgarafugl ella ein sandwichfugl, sum líkist einum tjaldri við fjaðrum, veli, nevi og beinum á? Onkur vildi sagt, at tjaldrið er bert ein kjøtklumpur, sum flýgur i lofti við fjaðrum, veingjum, veli og beinum - verpur , klekir og undan koma kanska einir, tveir ella tríggir ungar ella eingin. Ólíka hevði tað verið hugfarsligari at sitið i køksvind-eyganum og fleygað burgarafuglar og sandwichfuglar í ketchuppi, sinoppi, við leyki og agurk í? Hetta krassar. Hetta er stimbur fyri ungar sálir.. og hetta hevði verið soooooo kuuuuuul. Ella fara tjøldrini bert at liva í eini telduskrá, sum børn og vaksin fara at stuttleika sær við í einum spæli a telduskýggjanum, har ælabogahermenninir royna at bjarga so nógvum tjøldrum sum til ber, og tú fært stig fyri hvørt tjaldrið tú bjargar?
Hetta er bara eitt spæl, sum vit kundu framleitt og brúkt í dag í undirvísingini, men fátæksligt hevði hetta verið, um tjóðfuglur okkara bara var at finna í hesum spæli ? verið til eina hvørvisjón sum gorfuglurin.
Árinið av dálkingini víða um kann summar løtur nøtra teg og meg og fáa tað at verða eitt sindur dimmleitt kring okkum bæði til sálar og likams, men okkara kæra tjaldur hevur ongan ótta, tað fatar ikki, hví óhumskan flýtur út í natúruna av mannaávum.
Enn ferðast tað millum hesar beru klettar og til tey heitu londini, har tað er um veturin. Tann trá, sum tað hevur í barmi, er hin sama, sum tað altíð hevur havt frá aldar gamlari tíð, at koma aftur til land okkara og boða frá ljósari tíðum. Øll, sum her eru, hava alsk til henda fugl og eru góð við hann.
Nú nevndi eg hetta við ælabogahermonnunum, sum koma út úr ælaboganum, eins og tjaldrið kom henda fjalldag, hevur nógv at siga okkum, og sannleikin er tann, at vit mugu alla tiðina hugsa um natúruna og dýrini. Lítli Mike og øll vit, sum her standa, eru ælabogahermenn. Vit kunnu ikki liva uttan natúruna, og fátækari hevði tað verið, um tjaldrið ein dag ikki rakk hesar oyggjar. Kanska eitt tjaldur kom, og vit sóu tað sita á onkrari túvu her í bygdini, ella í Leirvik ella í Gøtu, so kom hetta tjaldur bert at liva í skaldskapinum sum gorfuglurin. Hetta hevði verið ein sorgarleikur.
Farið væl um natúruna, verið góð við fuglin og vísið tykkum sum rættar ælabogahermenn, so hava tit gjørt tykkara, og kanska fer hesin hugburður at geva úrslit, og tá høvdu tit tvunnið sóma millum manna!