Verið góð við best rikna flogfelagið í heiminum

-Tit eru einans 48.000 íbúgvar og eiga kanska eitt tað best rikna flogfelagið í heiminum. Verið góð við tað. Tað er stórt spell um skeivar avgerðir skulu minka um bæði virðing fyri og virði av felagnum. Hetta sigur ráðgevin hjá tí størsta partaeigaranum í Atlantic Airways, Parker Donham við Vinnusendingina á Rás2, sum byrjar klokkan 15 í dag. Parker Donham er komin til aðalfundin hjá felagnum, sum verður hósdagin 2. apríl. Adrian Noskweth, sum er størsti privati partaeigarin kemur til Føroya í kvøld og skulu teir báðir hava fund við Johan Dahl, vinnumálaráðharra í morgin. Parker Donham sigur í samrøðuni við Rás2, at teir halda tað vera skeivt at skifta alla nevndina í felagnum út, nú tað hevur gingið so væl hjá felagnum. Um ein ella tveir nevndarlimir verða skiftir út leggja teir seg kortini ikki út í. Teir biðja til, at landsstýrismaðurin í Vinnumálum kemur til fornuft og ikki heilt yvirtekur alla leiðsluna av felagnum.

Ì vinnurásini í dag er eisini samrøða við Jan Otto Holm, óheftur fíggjaráðgevi um fíggjarkreppuna. Hann helt fyrilestur á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag í farnu viku og svaraði tá m.a. hesum spurningum: Hví herjar fíggjarkreppan? Hvussu leingi aftrat? Ávirkan á arbeiðsloysið. Ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar og hvat kann væntast at henda?

Eisini er samrøða við Heina Lützen frá Føroya Lívstrygging og við Eyðun Hansen, stjóra á El-talvuvirkinum í Norðragøtu. Eisini verður tosað við stjóran á Safari Transport, Knút Lützen.