Starv?
Mobile Technician
Hvat er tað besta við starvinum?
At eg geri tað, sum eg havi mest hug til, og tað er at umvæla telefonir
Hvat ger teg í góðum lag?
Tá tað gongst konu,børnum,familju,vinum og Manchester United væl :)
A ella B-menniskja?
A-menniskja. Klári væl upp um morgunin, men vil ikki altíð siga, at tað er líka deiligt. Men jú, mær dámar best at byrja dagin klokkan 08 ístaðin fyri klokkan 10 ella seinni.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Fótbólt hevur altíð hevur verði ein stórur partur av mær. Men mær dámar eisini væl at hyggja eftir wrestling. Og so dámar mær væl at svimja. Okkurt lekkurt baðiland saman við konu og børnum. Tað er toppurin.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Fakta er, at mær dámar alt. Bara tað er gott, so er líkamikið, hvat slag av tónleiki talan er um. Men um eg avgjørt skal velja, so dámar mær øgiliga væl Duran Duran og Rammstein.
Hvussu eru tínir matvanar?
Tá mann hevur børn, etur mann, tá familjan etur. Sunt ella ósunt, don't care. Mann er bara á lívi einaferð.
Hvør er tín fyrimynd?
Puha, tað kann verða so ymiskt, alt eftir tíðina í lívinum. Men sum lívið hevur lagað seg hjá mær, vil eg siga, at verfaðirin er mín fyrimynd. Hann dugir alt, sum er vert at duga - uttan at spæla bobb. Men stóra hetjan er konan.
Hvat gert tú í frítíðini?
Alt for lítið :) Men eg royni at slappa av saman við familjuni.
Hvat fert tú at gera í summar?
Stríðast víðari við at fáa húsini uppá pláss. Eru flutt fyri 3 mánaðum síðani. Annars kundi eg hugsað mær at fari nakrar túrar kring landið við konuni og børnunum, um tíðin loyvir tí :)
Hvør er tín lívrættur?
Steak, persilluinnbakað eplir, bernaise og waldorf salat :)
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Fótbólti og onkuntíð filmi saman við konuni. Annars eri eg ikki ein, sum má síggja sjónvarp hvørt kvøld. Langtfrá.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Ongin, hvørki á ella í náttborðinum. Meeeen, mín iPhone liggur og ladar har, og har er allur tann lesnaður, eg havi brúk fyri. Brúki hana eisini sum vekjara :)
Enda setningin: Eg kundi hugsað mær, at...sloppið til Hawaii saman við konu og vinfólkum.