Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.
Millum annað skal Ársins venjari veljast. Albert Ellefsen var fyri viku síðani kosin ársins venjari av sínum starvsfeløgum, og hann er sjálvandi eisini upp á tal í kvøld. Teir tríggir, sum kunnu verða Ársins venjari eru:
Albert Ellefsen, ÍF
Oddbjørn Joensen, HB
Sámal Erik Hentze, AB
Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar hava greitt atkvøðu. Hvør av teimum trimum hevur fingið flestar atkvøður, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.










