Verður spakuliga kaldari

Hitamálarin nærkast spakuliga nullinum, og orsaka av nakað av vindi fer tað at tykjast rættiliga kalt.

Mánadagin kemur eitt veikt brúgvalag móti Føroyum úr suðri. Týsdagin og mikudagin blæsir óstøðug luft við ælum av útsynningi. Fríggjamorgunin kemur eitt nýtt djúpt lágtrýst framvið av útsynningi.

 

Mánadagin verður fyrst eitt fleyr, síðani sum frá líður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og sunnan fyri stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Týsnáttina verður gul til stívt andøvsgul av suðri og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið, seinni andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi. Stundum regn ella ælaveður. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Um náttina niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, sum snarar í ein landsynning og øtlar upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Turt og sólglottar, men um kvøldið regn av útsynningi. Um náttina klárar í, tó okkurt æli. Strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður. Um náttina makar hann vindin, tó verður enn skýggjað og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Leygardagin makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.