Løgreglan, ið av sínum eintingum tók málið upp, hevur avgjørt at skuldseta Hans Jørgen Djurhuus fyri harðskap.
Tað er júst ein vika síðani, at ein vinardystur í Gundadali millum HB og Víking varð avblástur, eftir at tað gjørdist áfast millum Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi og Poul Ingason úr HB. Hvussu var og ikki, so endaði tað við, at Hans Jørgen Djurhuus gav Pouli Ingason ein framman á og breyt nøsina á honum. Síðani er staðfest, at Poul Ingason verður skaddur í seks vikur.
Løgreglan boðaði í seinastu viku frá, at teir tóku málið upp av sínum eintingum og í dag hevur vakthavandi á løgreglustøðini váttað fyri in.fo, at Hans Jørgen Djurhuus verður skuldsettur fyri harðskap.
- Avhoyringar eru gjørdar í málinum, sum síðani er sent suður á løgreglustøðina á Tvøroyri. Har skulu eisini onkur avhoyr gerast, áðrenn málið verður sent aftur til Havnar. Síðani skal málið kannast liðugt, áðrenn tað verður latið rættinum, segði vakthavandi seinnapartin í dag.
- Tað er klárt, at tað sum hendi týskvøldið fór út um, hvat verður góðtikið bæði á og uttanfyri vøllin, segði vakthavandi á løgreglustøðini.