Verður seld á uppboðssølu

Peningurin fer til børn í fátækaváða

Troyggjan hjá Hans Paula Samuelsen, sum í gjár skoraði tvey mál í 3-1 sigrinum móti HB, verðu nú seld á uppboðssølu. Peningurin fer til stuðulstiltakið Meðan vit bíða.

 

Talan er um nýggju B36-blusuna, við gullprenti og autografum frá øllum spælarunum. Tað er ein av teimum sjey, sum savna pening inn til tiltakið, Maud Wang Hansen, sum hevur tikið stig til uppboðssøluna.

-       Tað ræður sjávandi um, at fáa so nógv fyri hana sum gjørligt, fyri at stuðla børnum í fátækaváða, sigur Maud Wang Hansen.

 

Fyri at geva boð skal ein seta seg í samband við Maug Wang Hansen.