- Í fyrsta umfari er hetta ein eyka útreiðsla fyri Auto áljóðandi eina hálva millión, sigur Siggvard Joensen, stjóri í Auto.
Hann væntar ikki, at prísirnir á hýruvognstúrum verður nakað bíligari enn teir eru í dag.
- Í dag er rættiliga bíligt at koyra við hýruvogni, serliga um samanborið verður við onnur lond. Útlendingar, ið vitja, eru eisini ofta ovfarnir av okkara føstu prísskipan og glaðir um, at teir kunnu vita við vissu, hvat ein túrur kostar, sigur hann.
Siggvard Joensen greiðir frá, at økisskipanin, sum verður nýtt í Havnini ber við sær, at meðan stuttir túrir møguliga eru lutfalsliga dýrir, so eru longri túrar heldur bíligari.
- Vit fara at royna at leggja okkum eftir, at varðveita verandi prísir so vítt gjørligt, men ein skipan við gjaldsmálara fer allarhelst at økja um prísin, serliga á teimum longru túrunum, sigur Siggvard Joensen og peikar á, at í Danmark øktist inntøkan hjá hýruvognunum 30%, tá gjaldsmálarar vóru tiknir í nýtslu.
Hann sigur, at hýruvognsstøðirnar hava verið vitandi um, at hesar broytingarnar hava verið á veg í longri tíð.
- Vit vóru frá byrjan av ímóti at fáa gjaldsmálara í hýruvognarnar, men skilja, at gjaldsmálararnir koma, hvørt vit ynskja tað ella ikki. Nú vóna vit at finna eina loysn saman við myndugleikunum, sigur Siggvard Joensen.