Kaldari luft við ælaveðri streymar fram móti Føroyum frá vestri. Hósdagin fer eitt brúgvalag við regni og eitt bil mildari veðri framvið Føroyum, men fríggjadagin og um vikuskiftið streymar nakað kaldari luft við vátaslettingi- og kavaæli inn yvir oyggjarnar av vestri og útnyrðingi.
Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av útsynningi og vestri, sum sum frá líður minkar og verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men út á dagin vátaslettingur, men onkur sólglotti. Hitin millum 3 og 7 stig, men út á dagin fellur hann niður í 2 til 5 stig. Um náttina verður enn andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av útnyrðingi og møguliga ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 1 og 5 stig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av útnyrðingi, sum út á seinnapartin minkar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av vestri. Fyrst okkurt vátaslettings- ella kavaæli, men annars yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av útsynningi. Tað verður skýggjað og sum frá líður regn av vestri. Hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina minkar nakað. Skýggjað og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina fellur hann niður í 2 til 5 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, partvís við heglingi og vátaslettingi og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina snarar hann vindin í ein útnyrðing og norðan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Vátaslettingur og kavaæl og hitin millum frostmarkið og trý hitastig.
Leygardagin verður sum frá líður fleyr til gul, undir 5 m/s, av ymsum ættum, sum um náttina øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, av vestri. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl, og hitin millum 1 og 4 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av vestri og útnyrðingi, og enn ælaveður, partvís við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og trý hitastig.