Verður Hillary móti the Donald

Clinton og Trump beina kós móti sigrinum

Eftir Super Tuesday tykist alsamt meiri sannlíkt, at amerikanarar fáa eitt val millum Hillary Clinton ella Donald Trump, tá forsetaval verður 8. novembur.

 

Donald Trump vann sjey statir í gjár, meðan Ted Cruz vann fýra og Marco Rubio ein. Harumframt fekk Donald Trump so mikið góða undirtøku í teimum statunum, hann ikki vann, at hann kortini fekk nógvar umboðsmenn í hesum statunum. Hann hevur nú 285 umboðsmenn.

 

Ted Cruz fegnast um, at hann endiliga megnaði at vinna á Donald Trump onkra staðni aftur. Hann var í vanda fyri at detta væl aftur um Marco Rubio í stríðnum sum fremsti avbjóðarin hjá Donald Trump, men við sigri í fýra statum í gjár og øðrum plássi í fimm av teimum sjey, sum Donald Trump vann, staðfesti Ted Cruz, at hann enn skal teljast millum avbjóðararnar.

 

Verri gekk hjá Marco Rubio. Um ikki annað, so vann hann sín fyrsta stat, Minnesota, men annars var lítið at fegnast um. Hann náddi einans upp á annað pláss í tveimum statum, í Massachusetts og Virginia, men endaði annars á triðja plássi alla staðni. Hann fekk tí lutfalsliga fáar umboðsmenn burtur úr í gjár.

 

John Kasich og Ben Carson eru enn við, tó tykist tað alsamt meiri óskiljandi hví. Kasich fekk 19 umboðsmenn og Ben Carson fekk 3. Teir hava tó báðir lovað, at teir skulu stríðast so leingi sum gjørligt.

 

Serfrøðingar eru á einum máli um, at tað verður serstakliga torført hjá republikanska flokkinum at steðga Donald Trump nú. Einasti møguleikin er, um restin av kappingarneytunum semjast um ein mann, sum skal taka dystin móti ríkmanninum. Tað er tó ólikt, at hetta fer at henda.

 

Ted Cruz heldur seg vera sjálvsagda valið, og heitti á hinar um at leggja kongin og stuðla sær. Samstundis lovaði Marco Rubio sínum viðhaldsfólkum, at betri tíðir liggja fyri framman, nú valsirkusið ferðast yvir í teir meiri moderatu statirnar, har hann skuldi havt betri møguleika fyri góðum úrslitum.

 

Trupulleikin hjá bæði Ted Cuz og Marco Rubio er, at Donald Trump í stati eftir stat vísir, at hann vinnir veljarar úr øllum veljaraskarum, bæði evangeliskum kristnum, konservativum og moderatum og meiri liberalum, úr bygd og bý, øll fylkjast tey um ríkmannin úr New York.

 

Hjá demokratunum liggur Hillary Clinton nú sera væl fyri og tað verður verri og verri at ímynda sær, hvussu Bernie Sanders skal knúgva henni. Hon vann sjey statir, meðan hann vann fýra. Hann fekk tó nógv minni burtur úr sínum sigrum, tí teir vóru í miðalstórum og smáum statum, sum Vermont, við 10 umboðsmonnum, og Oklahoma við 38, har av Bernie Sanders einans fekk 20. Hinvegin vann Hillary Clinton sannførandi í statum sum Texas, sum hevur 222 umboðsenn, og Georgia við 102. Hon hevur nú yvir 1.000 umboðsmenn av teimum 2.371, sum krevjast fyri at ogna sær sigurin.  

 

So valið tykist vera millum Hillary Clinton ella Donald Trump.