Verður dýrari at eiga bil

Samgongan ynskir at hækka fleiri avgjøld, ið serliga raka bileigarar.

Tað er nógv, ið røkist fyri, at tað framyvir verður dýrari hjá bileigarum í Føroyum. Landsstýrið boðaði nevniliga í morgun frá, at tey hækka avgjaldið á bensin og diesel, umframt at vektgjaldið verður hækkað við 10 prosentum.


Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greiddi frá, at hetta var ein liður í ætlanini hjá samgonguni at breiðka um inntøkugrundarlagið, nú inntøkuskatturin lækkar.


Samgongan hevði longu frammanundan fingið ákoyringar fyri, at nýggja avgjaldið á bensin og diesel serliga fer at raka tey, ið koyra langvegis til arbeiðis. Kristina Háfoss boðaði tó frá, at samstundis sum bensin og diesel avgjøldini hækka, so verður ferðastuðulin hækkaður við tíggju prosentum.


Øll verða tó ikki rakt av hækkaða vektgjaldinum, tí samgongan hevur avgjørt, at strika vektgjaldið fyri elbilar.