- Verður avbjóðandi at varðveita tey smærri plássini

Tað sigur Erika Hayfield, forkvinna í arbeiðsbólkinum, ið orðaði álitið um fólkavøkstur og fólkaflyting.

- Eitt miðstað er eitt miðstað, tí hon hevur, eitt ella annað stað, eitt pereferi. So eg haldi hatta er ein øgiliga samansett diskutión. Men eg haldi absolutt, at tað verður nokk avbjóðandi at upprætthalda tey heilt smærri plássini, men eg kann ímynda mær, at tað verður ein miðsavnan eisini í fleiri smærri býir í Føroyum.


Tað segði Erika Hayfield, forkvinna í arbeiðsbólkinum, ið orðaði álitið um fólkavøkstur og fólkaflyting, tá hon tosaði við Mortan Østerø á Rás 2 fríggjadagin.


Umrødda evnið fríggjadagin var um gongdina har fleiri og fleiri fólk flyta til miðstaðarøkið. Hetta er ein gongd, ið Erika Hayfield metir fer at halda fram.


- Hetta er jú ein partur av urbanisering, ella tað at fólk í størri mun miðsavnast í miðstaðarøkjum, so tað er hugsandi, at tað fer at henda, eins og tað hevur verið gongdin tey seinastu nógvu árini, so tað hevði ikki undra meg, um tað er tað, ið fer at henda.


Til ber at hoyra alla samrøðuna, ið Mortan Østerø gjørdi við Erika Hayfield, við at trýsta á pílin undir myndina.