Eitt lágtrýst yvir Norðurskotlandi flytir seg í ein vestan og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni fer komandi dagarnar at liggja nær Føroyum. Seinni í vikuni fer ein veikur hátrýstsryggur framvið Føroyum úr vestri.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og eitt sindur av regni av og á. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av norði, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað, men sum frá líður turt. Hitin um 10 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um 10 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan, og øtlar vindin upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og í støðum sól. Hitin millum 10 og 13 stig og um náttina niður í 7 stig.
Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norði, sum snarar í ein vestan og útsynning, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin um 10 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina møguliga regn. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn og hitin um 10 stig.