Verdandi – eitt vakurt modell

Sunnudagin fær Norðskála kirkja eina serstaka gávu – eitt modell av sluppini Verdandi.
Tað er Charlis Johansen í Saltangará sum hevur gjørt modellið av sluppini, sum fórst í 1944. Tríggir mans úr sóknini fórust í hesum sambandi.

- Jú, Charlis er komin ótrúliga væl frá hesi uppgávuni, sigur Eli Johannesen á Oyri.
Hann er limur í kirkjuráðnum í Norðskála, og kom á sinni við uppskoti um at geva kirkjuni eitt slíkt modell.
Hann fekk fatur á Charlisi Johansen í Saltangará, sum hevði loyst fleiri slíkar uppgávur frammanundan.
Arbeiðið við sluppini er nú liðugt, og í kvøld verður modellið borið í kirkjuna. Sunnudagin fáa so fólk á fyrsta sinni møguleikan at síggja, hvussu sluppin Verdandi sá út.
- Eg haldi, at sluppin er ótrúliga vøkur, sigur Eli sum sjálvur virkar sum klokkari við Norðskála kirkju.

Skal heingjast upp
Nú sunnudagin kl. 12 verður hátíðargudstænasta í samband við at 75 ár eru liðin síðani Norðskála kirkja varð vígd.
Undir gudstænastuni fer Hans Jacob Joensen, bispur at prædika, meðan Emil Olsen, sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi hevur altartænastuna.
Kl. 17 verður aftur gudstænasta við Bjarna Bæk, dómprósti. Aftaná hesa gudstænastuna verður boðið til felagsmáltíð í bygdarhúsinum Eydnuni á Oyrarbakka, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Tað er í hesum sambandi at modellið av sluppini ”Verdandi” úr Saltangará verður latin kirkjuni. Ætlanin er seinni at heingja Verdandi upp í vakrari ketu millum ljósakrúnurnar í kirkjuskipinum.
Sunnudagin verður hon kortini í fyrstu syftu sett á eitt borð, so fólk veruliga kunnu síggja, hvussu hon sá út – og hvussu væl hon er úr hondum greidd.
Modellið sjálvt er ein metur langt og er málað svart og hvítkjaftað við reyðum botni.

Nógv tos
Eli hevur hoyrt menn í økinum tosa nógv um hendingina í 1944, tá sluppin Verdandi gekk burtur.
Hetta prátið kemur ikki av ongum, tí veruleikin er at tríggir teirra – faðir og tveir synir - høvdu beinleiðis samband við sóknina. Ein fjórði maður, sum var bróður skiparans, var fluttur av bygdini til Fuglafjarðar nakað frammanundan.
- Nógv tosaðu um skiparan, og serliga teir báðar synir hansara: Annar teirra var stutt síðani giftur, og hin fórst frá konu og trimum børnum, greiðir Eli frá.
Nú kirkjan skuldi hátíðarhalda 75 ára dag sín, helt Eli at tað hevði verið eitt gott hugskot at givið kirkjuni eina slupp í gávu í hesum sambandi.
Kirkjuráðið var samt um hetta, og tá Eli sjálvur kom við uppskoti um sluppina Verandi, vórðu tey eisini samd um tað.
Ikki tí, onnur skip vóru úr økinum, m.a. tann vælkenda sluppin Agnes Louisa, sum seinni gjørdist ferja. Avgjørt varð kortini at velja Verdandi.

Fleiri modell
Tað var eisini Eli, sum fekk fatur á Charlisi Johansen í Saltangará, sum í eina tíð hevur bygt sluppina frá botni av.
Eli er sjálvur limur í Eysturoyar Gongufelagi, og á einum av mongu gongutúrunum kom hann á tal við bygdarmannin Óla Simonsen úr Saltangará. Hesin visti nógv um sluppir og modell.
Óli greiddi honum frá um Charlis, og at hesin hevði gjørt eitt modell av sluppini “Lizzie” úr Saltangará. Hetta modellið stendur í dag á skrivstovuni hjá handilsfyritøkuni Klement Petersen í Saltangará.
- Eg setti meg í samband við Charlis, sum áður hevði gjørt fleiri slík skip.
- Hann játtaði beinanvegin at gera modellið, og eg má bara siga, at tað sær sera gott út, sigur Eli Johannesen.