Verða kuldastig alla vikuna

Komandi dagarnar streymar køld luft við vátaslettingi og kava inn yvir Føroyar, fyrst av landnyrðingi, seinni av norðri og útnyrðingi. Um vikuskiftið fer eitt hitabrúgvalag inn yvir Føroyar og gevur mildari veður eitt skifti.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul, í støðum upp í strúk í vdini av norðri, seinni útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men okkurt kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig. Hósnáttina verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s, yvirhøvur turt og hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Í morgin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s og yvirhøvur turt og sólglottar. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavi ella kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um náttina makar hann vindin niður í fleyr til gul, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og partvís klárt og hitin millum 3 kuldastig og 4 hitastig.

 

Leygardagin verður fleyr til gul av ymsum ættum, seinni av syðri og útsynningi, 5 m/s, sum um kvøldið og náttina øtlar vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 m/s. Turt og møguliga sólglottar og hitin millum 1 og 4 stig. Um náttina regn av vestri og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og útsynningi, 8 til 13 m/s, regn ella vátaslettingur og hitin millum 3 og 6 stig. Seinni snarar hann vidnin í ein landnyrðing og norðan og verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað, men sum frá líður kavaæl nógvastaðni. Hitin fellur niður í 3 kuldastig til 3 hitastig.

 

Mánadagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og kavaæl. Hitin millum 5 kuldastig og 2 hitastig.