Nú skulu nýggir bussar útvegast til Bussleiðina í Havn. Hetta hevur verið eitt umstrítt mál, tí tað eru fleiri sum halda, at tað er hol í høvdið, at býráðið ikki fer at keypa elbussar. Men tað verður ikki á hesum sinni, tí tað, býráðið fer at samtykkja, er at keypa 15 dieselbussar, men so verða tveir elbussar eisini keyptir.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur kortini á heimasíðuni hjá býráðnum, at so skjótt tøknin er nøktandi, og umstøðurnar annars loyva tí, verða dieselbussar skiftir út við bussar við grønari orku. Hetta merkir so eisini, at kommunan beinanvegin fer í gongd við at byggja løðistøðir, bæði til bussar og privatbilar, leggur hann afturat.
– Okkara størsti trupulleiki er, at vit als ikki fáa røkt Bussleiðina, bara við elbussum, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at tað er ikki løtuverk at gera løðistøðirnar, men við hesi loysnini kunnu vit leggja um til elbussar, so hvørt vit eru klár, sigur hann.
Hann sigur, við hesi loysnini verður Bussleiðin løgd í eina trygga legu. Men samstundis ber til at royna elbussarnar, og Bussleiðin kann so mennast við elbussum undir skipaðum viðurskiftum, sum ikki seta raksturin í vanda. Hann siogur, at endamálið er at vit Bussleiðin verður púra grøn í 2027.
Avgerðin at keypa dieselbussar, er grundað á fíggjarlig viðurskifti, tí ein kanning hjá býráðnum vísir, at elbussar kosta tvær ferðir so nógv sum dieselbussar, og teir klára heldur ikki at koyra ein heilan dag upp á eina løðing. Samstundis er tað ov fáar løðistøðir og tær kosta 2,5 milliónir fyri hvørja rutu hjá Bussleiðini.
Tey hava eisini kannað bussar, sum brúka aðra grøna orku, bæði biogass og vetni, men tað er heldur ikki nøktandi. Viðvíkjandi biogassi, eru bussarnir nakað dýrari enn dieselbussar, men teir geva eisini bitlar frá sær út í luftina. Samstundis er tað bara ein veitari í landinum, sum kann veita biogass og veitingartrygdin kann verða ein trupulleiki.
Bussar, sum brúka vetni, eru eisini dýrari, samstundis sum tað er ovist, hvat vetnið fer at kosta. Vit hava heldur ongar áfyllingarstøðir til tað, sigur býráðið.











