Tað var bóndin í Mykines, Esbern í Eyðansstovu, ið var fyrstu hjá grindini. Nú eru fleiri bátar komnir til grindina, ið hevur tikið ferð á seg.
- Her stendur betur til nú. Her eru einir 15-20 bátar og fleiri eru á veg. Vit eru á veg inn móti Mykinesfjørði nú. Grindin gongur eisini skjótt nú, og eg vænti, at vit verða í Bø um 45 minuttir, sigur Esbern í Eyðansstovu.
Eisini danska verjuskipið, Triton, er nú komi á staðið, tó at Sea Shepherd ikki eru at síggja.
- Triton er komi á staðið, og liggur aftanfyri okkum. Teier hava eisini sett tveir gummibátar út, so teir eru klárir. Men ongin fremmandur er komin her enn.
Esbern metir, at grindin liggur nú um einar 100 hval, aftaná ein bólkur er farin burturfrá.