Í dag er 70 ára dagurin fyri friðingina av fólkunum úr týningarleguni í Auschwitz. Í tí sambandi verður eisini skipað fyri minningarhaldi í Føroyum.
Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 miliónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast henda sorgarleik, er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust.
Vinafelagið Føroyar-Ísrael vónar, at hesin stóri sorgarleikur í farnu øld - eisini í Føroyum - fær henda dagin sum ein virðiligan minningardag.
Shmulik Fried, ið fer at tosa á tiltakinum í kvøld, greiðir soleiðis frá, hví tað er neyðugt at áhaldandi minnast Holocaust.









