- Vit síggja útmeldingar frá flokkum og kommunum, um at man vil minka um gjaldið til stovnspláss, og so eru vit sjálvandi bangin fyri, at tað merkir at barnagarðar fáa minni pengar, og tá man fær minni pengar, so merkir tað vanliga, at so má onkur sparast burtur.
Tað segði Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, í samrøðu við Mortan Østerø á Rás2 fríggjadagin.
Vallyftir eru vanliga givin fyri at tekkjast veljarum, men í Pedagogfelagið óttast tey starvsfólkaskerjingar, nú fleiri valevnir og politikarar ynskja, at stovnar skulu gerast bíligari. Tað er tað eisini ein góð orsøk til, sambært formanninum í Pedagogfelagnum.
- Um vit hyggja eftir hvussu ein dagstovnur verður fíggjaður, so er meginparturin av teimum pengunum, ið fara til dagstovnar, til lønir. So um ein barnagarður skal spara pengar, so er bara at spara í lønum. Um barnagarðurin fær minni pengar, so má man rokna við, at so vil tænastustøði lækka, við at man má siga onkran úr starvi ella minkar um starvssetanina.
Til ber at hoyra alla samrøðuna, ið Mortan Østerø gjørdi við Jógvan Philbrow, við at trýsta á pílin undir høvuðsmyndini.










