Vera á Havnini um midnátt

Brimil hevur heitt á sløkkiliðið, um at standa tilreiðar, tá hann kemur á Havnina við North Ocean um midnáttarleitið.

Tað gongur sera væl at sleipa North Ocean til Havnar. Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at í løtuni eru Brimil og North Ocean staddir eystan úr Akrabyrgi og vera væntandi á Havnini um miðnáttarleitið.

 

Brimil hevur heitt á sløkkiliðið at taka ímóti skipunum báðum, tá tey koma til Havnar. Tað er óvist, um eldurin umborð á North Ocean er sløknaður ella ikki, og tí ynskir vaktartænastan, at sløkkiliðið er tilreiðar, tá North Ocean leggur at.

 

Vakthavandi á MRCC sigur, at koltvíilta er sprænd niður í maskinrúmið fyri at køva eldin og síðani var rúmið avstongt. Tískil er ikki heilt vist, hvussu stendur til við eldinum í løtuni. 

 

14 mans eru eftir umborð á North Ocean. Seks av manningini eru fluttir umborð á Brimil, meðan 12 eru umborð á danska sjóverjuskipinum Tetis.

 

Rói Didriksen, ið siglir við Brimli, tók hesar myndirnar.

 

Les eisini Eldur í skipi sunnan fyri Føroyar