Ver við til at gera eitt Roskilde-monument

Tú hevur nú møguleikan fyri at siga tína meining um, hvussu Roskilde-monumentið 2008 skal síggja út. Skal monumetið vera stórt ella lítið, breitt ella smalt?

Í ár er snýr byggiverkætlanin hjá campingøkinum Construction-agora seg um at gera eitt Roskilde-monument. Tað skal byggjast av áhoyrarunum og áhoyrarirnir avgera, hvussu tað skal síggja út.

Tú kanst í trimum umførum fara inn á heimasíðuna hjá Roskilde Festivalinum, har tú kanst siga tína meining um, hvussu monumentið skal síggja út. Tá ið øll umførini eru av, fer arkitekturin handan Roskilde at seta øll ynskini hjá áhoyrarunum saman og harvið gera eitt monument, sum er heilt serligt fyri festivalinum ? og fyri áhoyrarirnar.

 

Fyrsta umfarið, sum koyrir á heimasíðuni til og við 4. apríl, verður ein atkvølðugreiðsla, sum fer at snúgva seg um sambandið ímillum menniskir og monumentið.