Ver við í okkara kapping: Í dag er altjóða selfiedagur

In.fo burturlutar í dag gávukort nú tað er longsti dagur og altjóða selfie dagur. Sendið okkum selfies og verið við í dráttinum.

Tað er longsti dagur, tað er altjóða yoga dagur og mín sann um tað ikki eisini er altjóða selfie dagur. Tí er redaktiónin í Miðlahúsinum í eyka góðum hýri, tí fá ting eru betur enn at fáa stuttligar og øðrvísi myndir sendandi frá lesarunum. Tí hava vit avgjørt at geva lesarunum gávur. Í dag hava vit funnið tvey gávukort á 250 krónur frá Jógvan Weihe, sum vit burturluta millum tey, sum senda okkum sefies í dag. 

 

So finn myndatólið fram og avmynda teg sjálvan (gjarna onkran annan eisini) í onkrari øðrvísi støðu og send inn til okkara. Allar myndir, sum koma inn til okkara áðrenn midnátt í kvøld, eru vit í lutakastinum um tvey gávukort. Tær myndirnar, sum koma inn, verða eisini lagdar á in.fo leypandi. 

 

Myndirnar kunnu sendast á post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuna hjá in.fo, sum sæst við at trýsta her

 

Nøkur av starvsfólkunum í Miðlahúsinum byrjaðu altjóða selfiedagin her í garðinum uttanfyri Miðlahúsið í Tórsgøtu. Á myndini síggjast frá vinstru aftast Heidi í Dali Jacobsen, grafikari. Tróndur Arge, ítróttarredaktørur. Árni Gregersen, politiskur journalistur. Í næstu røðini standa Magnus Gunnarson, sølumaður. Frida Mellemgaard, lýsingarsamskipari. Barbara Holm, blaðstjóri. Álvur Haraldsen, myndamaður. Terji Nielsen, marknaðarleiðari. Á fremstu røð standa Johanna Vang, bókhaldari og Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri.