Verður verkfallið drúgt, fyllast goymslurnar

Á Sandoy Seafood hava tey úr at gera, hóast verkfall er, og fiskur ikki verður fluttur av gólvuppboðssøluni á Toftum og í Sandoynna.

Fiskivinna

Nornagestur landaði á Sandi mánadagin; teir høvdu 200.000 pund av upsa, meginparturin upsi 4. Kolumbus, sum partrolar við Nornagesti, hevði nøkulunda tað sama. Teir landaðu til Fiskavirking á Tvøroyri.
- Hetta er nóg mikið til hesa vikuna, tí vikan er so stutt, sigur Jóan Petur Vest á Sandoy Seafood.
Hósdagurin, sum er flaggdagur, er hálvur arbeiðsdagur og fríggjadagurin, dýri biðidagur, er heilidagur.


Goymslurnar

Verkfallið ávirkar ikki rávørutilgongdina hjá Sandoy Seafood sum so, tí virkið keypir nógvan fisk beinleiðis um bryggjukantin.
- Men verður verkfallið ov drúgt, fáa vit ein trupulleika við goymslunum, bæði her á Sandi og í Skopun, sigur Jóan Petur.
Hann vísir á, at nú verkfallið varð lýst, hevði Sandoy Seafood væl av fiski á goymslu, og tí kann tað gerast trupult, um verkfallið dregur ov langt út.
- Eg dugi ikki at siga, hvussu leingi vit kunnu arbeiða uttan at kunna avskipa, men
gerst tíðin ov long, steðgar framleiðslan upp. Fiskurin, vit keypa og virka til saltfisk og flak, má eisini útaftur, og sum er slepst ikki um Skopunarfjørð, sigur Jóan Petur Vest.