Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, vísir í samband við slitnaðu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið á, at nýggja fólkaskúlalógin longu hevur kostað tvær ferðir so nógv, sum sagt var í byrjanini.
- Nú skulu so bara lønirnar kosta 18 milliónir afturat, umframt 50 lærarastørv. Tað er ikki tað, sum løgtingið samtykti, tá lógin kom ígjøgnum í løgtinginum, sigur Karsten Hansen.
- Vit hava samráðst um lønir og lærararnir hava fingið sama tilboð, sum onnur hava fingið. Teir vísa á, at størri ábyrgd og meira arbeiði er lagt á, men tað hendir dagliga, tá broytingar henda í samfelagnum. T.d. á Gjaldstovuni og Tolli og Skatti, men ein hækkar ikki lønirnar fyri tað, sigur Karsten Hansen.
- Lærarar vilja, at nú skulu teir undirvísa 2 tímar færri um vikuna, enn gjørt verður nú, og so nýta tíð til fyrireiking og annað, men so má ein spyrja, um tað er tað, løgtingið vil, tí hetta kostar nógv, sigur Karsten Hansen
Men kanst tú liva við verkfalli og blokadu, sum felagið hevur lýst við?
- Nú er tað bert 1/3, sum kann fara í verkfall,tí restin eru tænastumenn og hava ávísar skyldur.So velst um blokadu. Gera tænastumenn ikki sínar skyldur, so hava teir ein heilt annan trupulleika, vísir Karsten Hansen á.
Um 1/3 av foreldrunum má ganga heima, tí børnini ikki sleppa í skúla?
- Tað er ikki mítt borð, tí tá kemur annar landsstýrismaður inn í myndina, sum er vitandi um, at tað kann enda við verkfalli og ein eigur at fyrireika seg uppá, at møguleikin er til staðar. Men eg trúgvi uppá, at vit finna eina semju. Havandi í huga aðrar partar á arbeiðsmarknaðinum kann eg ikki siga, at sjálvsagt skulu lærarar hava meira enn onnur, sigur Karsten Hansen.
Lærarafelagið hevur ført fram, at lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum stendur fast við sítt.
- Nú skal ein ikki gloyma, at lærararnir eisini standa rímiliga fastir. Ósemja var jú í heyst og tá høvdu teir eisini boðað frá verkfalli, men tað bleiv so ikki. Hetta er vaksið fólk og eg trúgvi og vóni, at ein loysn verður funnin. Um ikki, so mugu vit taka tað við, tí tey hava rætt at fara í verkfall, men tað er altíð harmiligt, tá so er, sigur fíggjarmálaráðharrin.
- Ein kann gjalda seg frá øllum, men so stendur ein eisini eftir við tómum kassa til síðst, vísir Karsten Hansen á.