Verður verkfall aftur á studentaskúlunum

Ikki er óhugsandi, at tað lærararnir á studentaskúlunum fara aftur í verkfall í ár, veit studentablaðið Vitin at siga frá

Fakfelagið hjá lærararunum á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið, Yrkisfelagið, skal skriva nýggjan sáttmála við Føroya Landsstýrið í seinasta lagi 1. mars, tá ið verandi sáttmáli gongur út, men enn hendir ikki nógv á samráðingarøkinum.


111 limir

Yrkisfelagið telur ikki færri enn 111 limir, sum undirvísa á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið.

Herfyri var freistin hjá felagnum til at lata landsstýrinum síni krøv úti, og tað er neyvan nakar ivi um, at Yrkisfelagið hevur kravt betur lønar- og arbeiðsumstøður í einum nýggjum sáttmála.

Felagið hjá lærarunum hevði limafund í november mánaða, og hesin fundur var so grundarlagið undir krøvinum, sum Yrkisfelagið hevur latið Føroya Landsstýri.


Nógv fakfeløg samráðast saman

Ein vansi hjá Yrkisfelagnum kann verða, at felagið skal samráðast við landsstýri saman við 30 øðrum fakfeløgum, og tá kann tað gerast trupult at fáa síni sjónarmið fram.

Formaðurin í Yrkisfelagnum, Holger Arnbjerg, sigur við Vitan, at fakfeløgini eru mong í tali, og spurningurin er, um vit skulu samráðast á egnum beinum, ella um vit skulu royna at fara til samráðingar saman við øðrum fakfeløgum. Hann leggur aftrat, at Yrkisfelagið ynskir ikki verkfall, men verða krøvini ikki gingin á møti, sær tað svart út, sigur formaðurin í Yrkisfelagnum.

Fyri góðum seks árum síðani noyddist allur tann almenni stovnurin at fara niður í løn við 8,5 prosentum, men tá fingu tey at vita, at lønin skuldi koma upp á sama støði aftur eftir eini fýra ár. Nú er lønin aftur á sama støði, men bæði prísstøði og skatturin eru hækkaði munandi í sama tíðarskeiði, sigur Holger Arnbjerg við Vitan.


Hvørjar avleiðingar kunnu verða

Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri næmingarnar, um lærararnir á studentaskúlunum og HF-skeiðunum fara í verkfall. Øll minnast vit, hvussu næmingar fyri nøkrum árum síðani noyddust at ganga i skúla í vikuskiftunum og um kvøldarnar, tí at lærararnir høvdu verið í verkfalli í rættuliga drúgva tíð.

Stutt undan at sáttmálin gongur út, skulu næmingarnir í 2 HF-flokkunum skriva sína annað árs uppgávu, og tað kann koma illa við hjá teimum, um lærararnir hjá teimum fara í verkfall.

Eisini skal havast í huga, at 1 mars liggur rættuliga tætt at teimum fyrstu próvtøkunum hjá 3g'arunum, og tað kann so sanniliga eisini koma dátt við hjá teimum, um lærararnir fara í verkfall.


Næmingaráðið mótmælir

Formaðurin í næmingaráðnum í Hoydølum sigur við Vitan, at teir so avgjørt ikki vilja hava eitt verkfall til várs, og teir vilja gera sítt ítarsta fyri at forða fyri, at so verður.

Teir vilja ikki velja síðu í málinum, men siga tó, at teir taka undir við Yrkisfelagnum, tá ið teir nevna vánaliga arbeiðsumhvørvið á skúlanum í Hoydølum.

Næmingafelagið sigur i viðmerking, at teir vilja heita á næmingarnar kring landið um at gera vart við sína ónøgd viðvíkjandi møguliga verkfallinum.

Nú er bert at vóna, at einki verkfall verður, tí tað kann ganga út yvir nógvar ósekar næmingar, sum hava eina krevjandi próvtøkutíð fyri framman.