Verður verandi vátt

Eitt lágtrýst beint norðan fyri Føroyar fer í ein landnyrðing og førir til eitt rák av vindi og ælaveðri inn yvir Føroyar av vestri. Hósdagin og fríggjadagin gevur ein hátrýstsryggur støðugari veður, men um vikuskiftið koma væntandi nýggj brúgvaløg við regni inn yvir Føroyar av vestri.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar nakað. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Í nátt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sólglottar, men okkurt æl og hitin um 9 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um 7 stig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Út á dagin lækkar hann í ein vestan. Turt og sólglottar, men um náttina dregur samanum. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig, um náttina um 9 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyrst turt, men um náttina fer at regna. Hitin millum 9 og 12 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 8 og 12 stig.