Verður verandi kalt

Eitt kalt rák við vetrarælum streymar inn yvir Føroyar av vestri. Í annaðkvøld fer eitt djúpt lágtrýst í ein norðan beint vestan fyri Føroyar og tilhoyrandi brúgvalagið við regni kemur inn yvir okkum. Síðani kemur eitt kalt rák við ælaveðri av útsynningi, áðrenn eitt nýtt djúpt lágtrýst mikudagin fer inn í havið í ein útnyrðing úr Skotlandi. Tilhoyrandi brúgvalagið við regni og vindi fer framvið Føroyum mikudagin og aftaná streymar óstøðug luft við regni og ælaveðri inn yvir landið.

 

Veðrið í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur, vátaslettingur og kavi. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig.

 

Í morgin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin aftur í hvassan vind upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, men út á náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina nógv avfall, lutvíst sum kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Týsdagin

Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av suðri og útsynningi, um náttina snarar hann í landsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrt skýggjað og vátaslettingur ella kavi, seinni samdrigið og kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 4 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Mikudagin

Hann øtlar vindin í hvassan vind upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, eitt skifti stormur, 23 m/s. Seinnapartin makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri. Skýggjað og sum frá líður nógv regn, seinnapartin klárar í, tó ælaveður. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynnigni, 8 til 13 m/s, hækkandi í vestan og útnyrðing. Samdrigið og ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.