Rafael Benitez heldur á sum venjari hjá Newcastle, hóast honum ikki megnaði at bjarga felagnum undan niðurflyting.
Í kvøld hevur Newcastle kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Rafael Benitez í trý ár afturat.
- Eg eri sera fegin um at halda fram í Newcastle. Kærleikin, eg merkti frá viðhaldsfólkunum, spældi ein stóran leiklut í míni avgerð um at vera verandi, sigur spanski venjarin.
- Hetta er eitt risastórt felag, og eg ynski at vera partur av tí góðu framtíðini, sum eg síggi fyri framman hjá Newcastle, sigur fyrrverandi Liverpool og Real Madrid venjarin.
Rafael Benitez varð settur sum venjari hjá norðurenska felagnum í mars, tá tíggju umfør vóru eftir í Premier Leauge, men megnaði ikki at venda skútuni. Ein glotti var tó at hóma, tá Newcastle í ársins síðsta dysti hølvaði Tottenham av 5-1 á heimavølli.









