Eitt lágtrýst liggur komandi dagarnar í ein eystan og landnyrðing úr Føroyum, og rættiliga køld luft við ælaveðri streymar inn yvir landið av útnyrðingi og norðri.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað ella támut, stundum regn, men út á dagin møguliga sólglottar. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 tig. Sunnunáttina verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl. Hitin millum 8 og 13 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgu, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt ælið. Hitin millum 8 og 13 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan og hann frískar vindin. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 8 og 13 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein landnyrðing. Skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 8 og 13 stig.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og ælaveður, men eisini sólglottar. Hitin millum 8 og 13 stig.