Nakað av rokið er staðið av, at Strandfararskip Landsins hava givið loyvi til, at Smyril siglir ein leigutúr úr Klaksvík til Havnar í samband við steypafinaluna í fótbólti, tá KÍ skal spæla móti Víkingi.
Serliga suðringar eru illir um hesa avgerð, av tí at hetta merkir, at seinasti túrurin suður hetta kvøldið verður avlýstur, tí Smyril skal sigla klaksvíkingar og kanska onkran víking heim aftur eftir dystarlok.
Klaksvíkingar leggja tó líka í tað. Gravgangur er eftir at tryggja sær ferðaseðlar við Smyrli og sambært Norðlýsinum væntar Norðoya Kunningarstova, at alt verður útselt longu í dag.
Fólk kundu seta seg í samband við Norðoya Kunningarstovu um teldupost, sum síðani skrásetir tey ferðandi.
- Vit hava skrásett 502 fólk til túrin higartil. Og í løtuni mangla vit 130 teldupostar, ið vit ikki eru komin til enn, sigur Norðoya Kunningarstova við Norðlýsið.
Smyril tekur 975 ferðafólk, so líkt er til, at Bláa Bylgjan fer at vera væl umboðað á Tórsvølli 27. august.









