Líkt er til at AaB verður tað triðja danska liðið, og tað fjórða liðið úr danska ríkinum, sum Manchester City sendir úr UEFA Cup kappingini í hesum kappingarárinum. Manchester City vann 2-0 á AaB í fyrru 1/8 finaluni, sum var leikt á City of Manchester Leikvøllinum í Manchester.
Longu tá 8 minuttir vóru farnir kom City á odda við máli, sum Caicedo skeyt. Tá hálvur tími var farin skoraði Shaun Wright Phillips til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum. Hetta gevur AaB eitt vánaligt útgangsstøðið, men liðið úr Aalborg hevði kortini nóg mikið av málmøguleikum til at skora eitt týdningarmikið mál á útivølli. Thomas Augustinussen brendi tann størsta málmøguleikan. Manchester City hevur fyrr í kappingini sent bæði EB/Streym, FC Midtjylland og FC Keypmannahavn úr kappingini.
Úrslitini í UEFA Cup :
Manchester City - AaB 2-0 (2-0)
CSKA Moskva - Shaktar Donetsk 1-0 (0-0)
Dynamo Kiev - Metalist Kharkov 1-0 (0-0)
Hamburger SV - Galatasaray 1-1 (0-1)
Paris SG - Braga 0-0
Werder Bremen - St. Etienne 1-0 (1-0)
Marseille - Ajax Amsterdam 2-1 (2-1)
Udinese - Zenit Sankta Pætursborg 2-0 (0-0)