Brúgvin um Sandá nærkast liðuggering, men enn mangla onkrir snøklar. Brúgvin skuldi vera liðug á ólavsøku í fjør, men so varð ikki. Í februar boðaði borgarstjórin frá, at brúgvin skuldi takast í nýtslu flaggdagin, men flaggdagur var í gjár, og enn er brúgvin ikki opin. Tó so, sunnudagin koyrdi Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd í býráðnum um brúnna og legði videobrotið út á Facebookvanga sín.
Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur tó við Rás 2, at arbeiðstakarin má gera arbeiðið liðugt, áðrenn brúgvin verður tikin alment í nýtslu.
- So skjótt vit siga, at nú vilja vit koyra, frátaka við arbeiðstakaranum alla ábyrgd av arbeiðinum, og tað vilja vit ikki gera, tí tað eru enn fleiri manglar, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at millum annað er rekkverkið á brúnni ikki komið upp.
- Tað er alneyðugt hjá okkum, at børn ikki fara út á brúnna og toyggja seg út av at hyggja niður. Tí skal rekkverkið eisini gerast á ein slíkan hátt, at tað ikki ber til at toyggja seg út av, men alt hetta má koma upp á pláss, áðrenn vit taka brúnna í nýtslu, sigur hann.
Hann váttar, at tað verður fyrsta dagin, at brúgvin verður handað kommununi, men tvíheldur um, at alt arbeiðið má vera liðugt áðrenn.
- Tað er sera umráðandi fyri okkum, at trygdin er í lagi á allar mátar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.









