Verður tikið í álvara

Myndugleikar kring heimin fylgja sera væl við gongdini. Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, gjørdi nógv burturúr svínakríminum á einum tíðindafundi í dag Hann mælti øllum dønum at taka tað við ró, og vissaði um at støðan er fullkomiliga undir tamarhaldi.

- Donsku myndugleikarnir hava sterkt eftirlit við hesi sakini, segði Lars Løkke Rasmussen á tíðindafundi í dag.

- Eg eri als ikki í iva um at danir stúra. Tað er tí er taki hetta upp. Spurningurin er so, um tað er heilsufaklig orsøk til at stúra tað stóra. Til tað vil eg siga, at soleiðis, sum mær er kunnugt, er metingin, at krímslagið, vit tosa um, er til at halda tamarhald á, sigur forsætisráðharrin.

Myndugleikar aðrastaðni í heiminum mæla ikki fólki frá at ferðast til londini, men biðja tey umhugsa ferðina og tilráðingin er ikki at fara, uttan at tað er neyðugt.

Koppingarevni á veg

Í løtuni er einki koppingarevni móti svínakrími, ið er eitt heilt nýtt slag av virus, ið er sameint av fleiri ymiskum virusgenum.

Í danska Sunheldsstyrelsen vænta tey, at tað fara at ganga 2 til 3 mánaðir, áðrenn ein koppseting er klár. Til tá verða sjúk viðgjørd við Tamiflu.

- Við at gera aggressivar royndi vóna vit at byrgja fyri smittubreiðsluni í Danmark, soleiðis at vit kunnu halda eini farsótt burturfrá og náa at fáa koppsetingina klára, sigur næstformaðurin í Pandemibólkinum hjá Sunhedsstyrelsen, Else Smith, við tíðindastovuna Ritzau mánadagin.

Í gjár segði landsapotekarin, Heri Mørkøre, við Sosialin, at Føroyar hava ríkiligt av heilivági móti slíkum sóttum, eisini Tamiflu, ið verður nýtt móti svínakrími.

Harafturat hava vit keypt okkum garanti fyri at fáa koppingarevni.