Tað verður neyðugt við eini atkvøðugreiðslu, tá nevndin hjá Føroya Lærarafelag skal mannast á komandi aðalfundi. Tað er greitt, aftaná at fýra fólk hava boðað frá uppstilling til teir báðar sessirnar, ið skulu mannast.
Sambært heimasíðuni hjá Skúlablaðnum eru tað sessirnir hjá Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Jona Højsted, ið standa fyri vali. Bæði hava boðað frá, at tey ynskja at halda fram. Harumframt hava Jákup av Skarði og Tórhallur við Gil eisini boðað frá uppstilling. Sostatt eru fýra valevnir til tveir nevndarsessir.
Aðalfundurin verður hildin 6. apríl á Hotel Føroyum og er tað longu nú greitt, at tað verður ein serligur fundur. Herálvur Jacobsen, ið seinastu átta árini hevur røkt sessin sum nevndarformaður, hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Hann verður avloystur av Jacob Eli S. Olsen, ið er einasta valevni til formanssessin.