Verður spakuliga kaldari

Í dag og í morgin fer ein veikur hátrýstsryggur framvið okkum. Fríggjadagin fer eitt lágtrýst móti Íslandi av suðri og brúgvaløg haðani við regni koma sum frá líður inn yvir Føroyar av útsynningi. Um vikuskiftið kemur kanska eitt djúpt lágtrýst við brúgvaløgum móti Føroyum av suðri ella útsynningi.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin minkar í lot til andøvsgul av høgætt, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og fyrst skýggjað, seinni sólglottar. Hitin millum 5 og 7 stig. Í kvøld og í nátt gull av norðri, seinni landnyrðingi, undir 5 m/s. Turt og klárt í støðum og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, um náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, um náttina stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, út á dagin av vestri og minkandi vindur. Um náttina lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað og regn av og á, út á náttina klárar í, tó okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s. Um náttina veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 14 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og út á dagin regn, um náttina sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 7 til 12 m/s, sum minkar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, seinni andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Út á náttina frískar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið um 5 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavæl og hitin um 3 stig.