Tað er nú greitt, at arbeiðið at byggja skúladepilin, Glasir, í Marknagili, verður seinkaður eitt heilt ár.
Upprunaliga skuldi hann vera liðugur um eitt hálvt ár, ella í summar, men arbeiðið hevur gingið so illa, at nú verður hann ikki liðugur fyrrenn á sumri 2018, sigur Landsverk í dag.
– Nú er størstu forðingarnar og óhappini vónandi farin afturum, sigur Landverk. Hann leggur afturat, at nýggja tíðarætlanin er løgd í samráð við øll, sum hava við byggingina at gera.
Byggingin hevur verið rakt at truppulleikum frá fyrsta degi. Eitt nú vóru summar av teimum fyrstu tekningunum skeivar. Tann, sum teknaði tær, er síðani farin av knóranum, men avleiðingin var, at nógv arbeiðið mátti gerast um aftur.
Síðani tók ósemja seg upp ímillum Landsverk og høvuðsarbeiðstakaran, og tað endaði við, at høvuðsarbeiðstakarin boðaði Landsverki frá, at hann ikki fór at gera arbeiðið liðugt at innilokað húsið, og tískil mátti fyribils tak leggjast á. Men í jólaódnini hendi so tað, at fyribilstakið skrædnaði, og tá fekk arbeiðið enn eitt skot fyri bógvin, tí tað regnaði inn í húsið.
Men nú sigur Landsverk, at arbeiðið er komið á rætta kós aftur og tí er ein nýggj tíðarætlan løgd.
– Hetta hevur verið ein torfør, men neyðug avgerð, sigur Landsverk.










