Verður René avloysarin?

Hann prógvaði í kvøld, at hann er tilreiðar at lyfta uppgávuna á sentrala miðvøllinum á landsliðnum.

René Shaki Joensen prógvaði í kvøld, at hann er til reiðar at loysa av á sentrala miðvøllinum á landsliðnum, nú tvey pláss standa og gapa har av tí at Hallur Hansson og Brandur Hendriksson eru skaddir. Brandur verður í øllum førum ikki við komandi tveir landsdystirnar, meðan Hallur er stórliga ivasamur.


René skrivaði fyri tveimum vikum síðani undir sáttmála við íslendska felagið, Grindavík, har hann í kvøld byrjaði inn í dystinum ímóti botnliðnum, ÍA Akranes. Hann spældi mitt á miðjuni og var heilt avgjørt ímillum mest eyðsýndu og bestu leikararnar á vøllinum.


Grindavík var aftanfyri bæði 1-0 og 2-1, men fáar minuttir fyri leiklok syrgdi innskifti spaniólin, Juanma Ortiz, fyri einum 3-2-sigri til Grindavík, sum nú fyribils lyftir seg upp á eitt triðja pláss, ið teir hava saman við einum øðrum føroyingafelagi, nevniliga FH.


René Shaki Joensen varð seinasta hálva tíman fluttur út á høgra vong, har hann eisini kom væl frá tí og eitt nú átti forarbeiðið til brotssparkið, ið gjørdi tað til 2-2. Hann prógvaði í øllum førum, at hann er eitt gott boð upp á ein avloysara á miðvøllinum til landsdystirnar ímóti Portugal 31. august og Andorra 3. septembur.