? Tekur Landsstýrið loyvið til Frøyanes aftur nú, fara vit so logandi á heysin.
Tummas Jacob á Løgmansbø í Miðvági dylir ikki fyri, at hann er í døpurhuga um alla fløkjuna ið er staðist av, at teir hava gjørt avtalu um at keypa frystilínubátin, Frøyanes frá norðmonnum.
Men tað, sum teir ætlaðu, skuldi verða eitt nýtt, vinnuligt tiltak, sum kundi skapt nógv, góð arbeiðspláss, er nú við at blíva ein sorgarleikur í føroyskari fiskivinnusøgu.
Og ikki minst er hetta við at blíva ein persónligur sorgarleikur fyri teir, sum hava keypt bátin.
Tí nú kann tað enda við, at ætlanin heilt dettur niðurfyri og tað verður ein fíggjarligur smeitur av eini aðrari verð fyri eigararnar
Arbeitt meiri enn eitt ár
Tummas Jacob á Løgmansbø sigur, at teir hava arbeitt í meiri enn eitt heilt ár við ætlanini fyri at fáa alt at vera í lagi.
? Og fyri at tryggja okkum, at alt skuldi vera í lagi, og onki skuldi koma afturumaftur, hava vit havt sakførara at hjálpa okkum við øllum í sambandi við keypið, sigur hann.
Tí er hann ikki sørt ørkymlaður um, at tað nú verður reistur ivi um, antin Frøyanes lýkur treytirnar fyri at fáa fiskiloyvi undir Føroyum og at tað tí er blivin ein spurningur um skipið yvirhøvur sleppur undir føroyskt flagg.
Hann sigur eftirsum teir hava havt serkøna, lógrøðiliga hjálp at fáa keypið í rættlag, noyðast teir at hava álit á, at alt eisini er í lagi.
Hava fingið loyvi
Seinasta brennið tveitti Kaj Mortensen, fiskivinnustjóri, á bálið í útvarpinum týskvøldið, tá ið hann kunngjørdi, at vágamenn høvdu ikki fingið innflutningsloyvi til Frøyanes.
Hann segði, at teir høvdu fingið eina tilsøgn um innflutningsloyvi til Frøyanes, men at hendan tilsøgnin var galdandi til 31. desember.
Síðani høvdu teir biðið um at fáa tilsøgnina longda, men tað umsóknina høvdu teir ikki fingið svar uppá enn.
Hetta skilir Tummas Jacob á Løgmansbø ikki.
Hann tvíheldur um, at alt er í lagi.
Og Frøyanes, hann er longu keyptur til Miðvágs.Og hann er keyptur eftir teimum tilsøgnum, teir høvdu fingið frá Landsstýrinum.
Reiðarin í Miðvági váttar, at teir høvdu fingið tilsøgn um innflutningsloyvið og at tað gekk út 31. desember.
? Men sáttmálin um keypið varð undirskrivaður 11. desember.
? Sostat var tilsøgnin galdandi, tá ið vit keyptu bátin, sigur hann.
? Hann vísir á, at tað sigur seg sjálvt, at teir høvdu ikki keypt bátin, um loyvið ikki var í lagi.
? Tað sigur seg eisini sjálvt, at vit høvdu ikki fingið fígging til ein bátin, um innflutningsloyvið ikki var í lagi, leggur hann afturat.
Tað endaliga innflutningsloyvið skuldu teir so fáa tá ið báturin kemur.
? Men vanliga hevur tað bara verið ein avgreiðsluspurningur.
? Tí sjálvandi ber tað til at binda seg figgjarliga við eini tilsøgn frá Landsstýrinum í hondini, leggur hann afturat.
? Tað hildu norski reiðarin og norski bankin eisini og varð keypið og fíggingin avgreidd.
? So heldur tað ikki, er tað eisini eitt álvarsligur trupulleiki fyri trúvirðið hjá teirri ovastu, føroysku umsitingini.
? Og vit hava fingið at vita frá landsstýrismanninum, at hetta var rímilig mannagongd.
Hann leggur afturat, at teir hava ongantíð merkt á fiskivinnuumsitingini, at hon upp á nakran máta setti spurnartekin við ætlanina. ? Tvørturímóti hevur tað verið ein ávísur spenningur í umsitingini um ætlanina.
Spurningurin er so, hví teir søktu um at fáa tilsøgnina longda.
? Møguliga var tað eitt mistak, tí nú hoyri eg, at tað verður brúkt sum ein trumfur ímóti okkum, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
Sjálvur ivast hann onga løtu í, at tann fyrra tilsøgnin, sum gekk út 31. desember, var galdandi, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður 11. desember, hóast skipið ikki er komið til landið enn.
? At skipið ikki er komið, er ein spurningur um levering og skráseting, og tað er ofta ringt at áseta dagin og tíman nágreiniliga fyri tí.
Hann sigur, at Frøyanes er í løtuni inni í Noregi, har hann avreiðir fyri seinastu ferð.
Síðani kemur hann til Føroyar, her hann skuldi verið næsta vikuskiftið, um alt gongur sum ætlað.
Eigaraviðurskiftini eru í lagi
Annars sigur Tummas Jacob á Løgmansbø, at eigaraviðurskiftini í Frøyanesi avgjørt lúka treytirnar í føroyskari lóg, tí tað hava teir havt sakførara at tryggja sær.
? Avtalan er so, at tað ber undir ongum umstøðum til hjá norðmonnum at stýra okkum. Avgerðarrætturin og stýringin er á føroyskum hondum. Tað stendur í viðtøkunum, at vit skulu vera samdir um broytingar, og tað dugi eg onki negativt at síggja í.
At møguligt vinningsbýtið ikki verður latið eftir partapengunum, men eftir ábyrgdareninginum sær hann onki løgið í.
? Ein og hvør, sum setir pengar í eina ætlan, vil sjálvandi royna at tryggja sær, at hann fær nakað afturfyri íløguna.
? Annars verður ongin íløga gjørd, so einfalt er tað, sigur hann. Men tað skal ganga óvanliga gott, áðrenn nakað verður at býta sundur imillum eigararnar.
Hann leggur afturat, at tað er neyðin, sum drívur teir til Noregs eftir fígging, tí tað fæst ikki fígging í Føroyum og so er neyðugt at royna okkurt nýtt.
Fara lúkst á heysin
Tummas Jacob á Løgmansbø dugir í løtuni slett ikki at hugmynda sær avleiðingar um tann bumban, sum nú liggur og lúrir, brestur, og landsstýrið tekur tilsøgnina aftur og noktar bátinum at koma í flotan.
? Tá fyriliggur ein heilt nýggj støða, sum vit mugu taka støðu til tá, um tað kemur so langt, sigur hann.
Men hann sigur, at tað er so í øllum førum greitt, at sjálvir fara teir lúkst á heysin .
Hvørjar avleiðingar tað fær fyri felagið í Noregi, sum hevur selt teimum bátin, veit hann heldur ikki.
Men manningin á bátinum er søgd upp, tí hann er seldur til Føroyar, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.