Týski venjarin hjá Liverpool, Jurgen Klopp, hevur í morgun skrivað undir nýggjan sáttmála við enska stórfelagið.
49 ára gamli týskarin, sum tók yvir í oktobur, eftir at Brendan Rodgers varð koyrdur, hevur nú sáttmála við felagið til 2022. Gamli sáttmálin gekk út í 2018.
Sum skilst er ikki talan um nakra stórvegis lønarhækkan, men mest um at sáttmálin er longdur. Jurgen Klopp er longu millum best løntu venjarar í Premier League við eini ársløn á umleið 43,4 milliónir krónur.
Hjálparvenjararnir Zeljko Buvac og Peter Krawietz hava eisini longt sínar sáttmálar.