Verður lættari at vinna eina Gekka-millión

Fríggjadagin verður lættari enn nakrantíð at vinna eina millión í Gekkinum. Kringvarp Føroya hevur nevniliga gjørt av at gera broytingar í spælinum, soleiðis at viðkomandi, ið sleppur ígjøgnum at snara hjólinum fríggjakvøldið, fær møguleikar at deila upphæddina í allar tríggjar leyparnar.


Sostatt skal viðkomandi, ið sleppur ígjøgnum, taka støðu til, um tey ynskja at fara eftir metstóru upphæddini upp á 3,2 milliónir ella trífalda møguleikan fyri at vinna við at býta vinningin upp í tríggjar ferðir 1,1 millión krónur. Tað upplýsir Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarstjóri, fyri Portalinum.


Komandi fríggjakvøld er høvuðsvinningurin í Gekkinum 3,2 milliónir krónur. Tað er ein heil millión hægri enn gamla metið frá 14. apríl 2016, tá ein heppin føroyingur vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum.