Í løtuni ferð ein streymur av vestri framvið okkum við kaldari luft og ælum. Fríggjadagin kemur ein minni hátrýstsryggur móti okkum og leygarnáttina kemur eitt nýtt brúgvalag við regni, áðrenn tað aftur kemur streymur av vestri við ælum.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 18 m/s. Í nátt makar hann vindin av vestri og útsynningi. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig, í nátt niður í 3 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á náttina makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum fyrrapartin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyrst turt, men seinnapartin fer at regna. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina upp í 9 stig.
Tollaksmessudag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum frá líður makar hann í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og um náttina niður í lot til andøvsgul, 2 til 6 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Jólaaftan
Lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 3 til 7 m/s, sum frá líður øtlar hann í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.
Jóladag
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina niður í 1 stig.