Verður klárt í heyst

Uppruna ætlanin segði, at spakin skuldi setast í mánaðarskiftið februar/mars, men nú verður miðað eftir at byrja Stórutjørn verkætlanina í heyst

Tað hevur tikið munandi longdi tíð at avgreiða øll loyvir hjá myndugleikunum, enn roknað varð við upprunaliga.

- Í løtuni sær út til, at tað gongur eftir tíðarætlanini, sigur Bárður Nielsen, stjóri fyri verkætlanini.

Men tað er kortini ikki uppruna tíðarætlanin, ið stjórin sipar til. Hon er langt síðani slept.

- At byrja við roknaðu vit við, at klárt fór at verða at seta spakan í í februar ella mars í ár. Hetta var kortini ikki nøkur almenn ætlan, men tað var tosið innanhýsis, og tað frættist skjótt millum fólk, sigur Bárður Nielsen.

Viðgerðin av málinum hevur kortini víst seg at verða so drúgv, at neyðugt var at sleppa uppruna tíðarætlanini.

- Málið skal fyri einar sjey ymiskar almennar stovnar, og tað hevur bara víst seg, at tað tekur drúgva tíð at fáa avgreitt málið, sigur Bárður Nielsen.

Stjórin fyri verkætlanini Stóratjørn sigur, at teir hava roynt at gjørt sítt til, at avgreiðslan av málinum skal ganga so skjótt sum tilber.

- Vit hava latið øll skjøl og tilfar annars inn beinanvegin, vit eru bidnir um hetta. So drálað hevur ikki verið frá okkara síðu. Men tað vísir seg bara at taka sína tíð at avgreiða málini á ymsu stovnunum, og tað mugu vit bara hava tol at bíða eftir, sigur Bárður Nielsen.

Teir arbeiða tí eftir einari nýggjari tíðarætlan, har miðað verður ímóti at byrja í heyst. Og tann tíðarætlanin sær í løtuni út til at halda.

- Gongur, sum tað sær út í løtuni, verður spakin settur í í heyst, og tað er tað, vit miðað eftir nú, sigur Bárður Nielsen.