Eitt lágtrýst við Skotland liggur mest sum í stað og sendir ælaveður inn yvir Føroyar. Hósdagin og fríggjadagin verður tað liggjandi millum Føroyar og Skotland og eitt brúgvalag haðani fer spakuliga framvið Føroyum av suðri og hevur avfall og vind við sær. Um vikuskiftið gerst veðrið støðugari, men framvegis kalt og okkurt æl.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, um náttina øtlar hann vindin upp í skrið, 12 til 18 m/s. Sólglottar, men stundum ælaveður, mest sum kavi og vátaslettingur. Hitin um frostmarkið.
Í morgin
Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 12 til 18 m/s, seinni lækkar hann í eystan og makar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Mest skýggjað og regn-, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Mest skýggjað og okkurt æl, antin av regni, vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 hitastig.