Verður ikki koyrdur úr Danmark

Annar av teimum báðum tunesisku monnunum, sum eru dømdir fyri at hava havt ætylanir um at myrða danska teknaran Kurt Westergaard, verður ikki koyrdur úr Danmark, sum ætlanin annars var.

Hinmaðurin fór sjálvboðin úr Danmark fyri nøkrum vikum síðani, sigur løgreglan við DR-kringvarpið.

Maðurin varð tikin í februar saman við einum øðrum manni av tunesiskum uppruna, og myndugleikarnir gjørdu av at koyra hann av landinum. Men nú hava teir myndugleikarnir, sum umsita flóttafólkamál, gjørt av, at maðurin kortini sleppur at verða verandi í Danmark. Grundgevingin er, at tað er ov vandamikið at senda mannin aftur til Tunesia.

Ístaðin fyri útvísing fær maðurin tað, sum danir rópa "tålt ophold", og sum ber í sær, at hann sleppur at veraq í Danmark, men at hann fær ikki somu rættindi sum onnur fólk har. Eitt nú sleppur hann ikki at arbeiða, og hann skal við jøvnum millumbilum seta seg í samband við løgregluna.