Verður hitt mista paradís teirra veiku ein veruleiki í 2015?

Svenning av Lofti var annar teirra, ið helt »løgmansrøðu« í Trapputinginum í Miðlahúsinum mánakvøldið

Svenning av Lofti

Harra formaður!
Nóg leingi hevur verið talað og skrivað um tørv teirra veiku, teirra sum úr móðurlívi vóru við skerdan lut og teirra, sum í ungdómsárum og manndómsárum gjørdust avlamin og óarbeiðsfør og vóru noydd til meiri enn aðrir lívsfelagar at styðja seg at øðrum, ið vóru betur fyri.
Nógv álit hava verið skrivað av nevndum, ið hava verið samantvinnaðar av fakfólki og áhugafólki, avvarandi og av teimum, ið kenna trupulleikarnar á sínum egna kroppi.
Nóg mikið av pappíri er farið ígjøgnum margfaldingartólini, pappír, ið umrøða hvussu vit kunnu loysa vandamál teirra brekaðu.
Nóg mikið av valgreinum eru skrivaðar av valevnum undan øllum løgtingsvalunum seinastu 15 árini, greinir við gyltum lyftum til teirra, ið bera brek og til teirra avvarandi um at nú vandamál teirra skulu loysast.
Nú er stundin komin til miðvísar ætlanir, raðfestingar og loysnir.
Gyltu lyftini og føgru orðini skjótt gloymd
Men aloftast er tað so, at tá ið løgtingsval eru farin og vanligi gerandisdagurin er byrjaður aftur - tá eru og ikki verd tað pappír tey eru skrivað á.
Hví var tað so? Kanska tí at veruligur vilji ongantíð var har, ella at kanska tí at kor teirra brekaðu og minni mentu ongantíð vóru verulig hjartamál, men heldur valagn fyri egnum vinning og persónligum áhugamálum.
Men harra formaður! Har skal og má vend koma í - og tað skal vera nú. Tí havi eg boðað landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum frá, at hann skal biðja embætisfólk síni fara undir eitt miðvíst arbeiði, ið skal vera liðugt áðrenn innan hálvt ára tíðarfreist.
Skuffurnar í alamannastýrinum tømast og gloymd álit fáast undan kavi
Verkevni er einfalt og greitt hetta: At tøma allar skuffurnar og skjalgoymslurnar í almenna- og heilsumálastýrinum og leita fram øll tey brøv, skriv, áheitanir, umbønir, áheitanir og neyðarróp, ið einstaklingar og feløg teirra brekaðu og Meginfelag teirra brekaðu hava sent almanna- og heilsumálaráðharrum seinastu 15 árini.
Harumframt havi eg álagt almannaráðharranum at hann í sama leitingarumfari skal finna fram øll tey tilmæli og álit, sum eg sipaði til íáðni, ið eru handað almanna- og heilsumálastýrinum seinastu 15 árini, soleiðis at vit kunnu síggja hvat av hesum er framt og hvat ikki er framt.
Tá ið hetta leitingarararbeiði eftir burturmistum og burturgoymdum álitum og tilmælum er gjørt, er hetta uppruddingarstigi bert fyrsta stigið á leiðini.
Næsta stigið: Raðfesting
Næsta stigið, ið eg síðani havi í huga er, at bjóða hvørjum einstøkum av brekaðfeløgunum til fundar, har tey væl fyrireikaði kunnu leggja fram skrivligt tilfar, aftrat teimum álitum og tilmælum, ið longu er til taks, sum vit kunnu nýta í fremjanini av betri viðurskiftum fyri tey brekaðu.
Triðja stigið í hesi ætlan løgmans er - at ein væl skikkaður persónur verður settur burturav og sum fær alla neyðuga hjálp frá landsumsitingini - sum tekur sær av at greina út í æsir allan tørv teirra brekaðu - innan ásett tíðarskeið.
Tá ið hetta arbeiði, er gjørt, tvs. allur tørvur nágreiniliga lýstur, fari eg at skipa so fyri, at fjórða stigið á leiðini verður tikið, sum er raðfesting.
RAÐFESTING er eitt orð, ið vit hava nýtt nógv seinastu árini. Serstakliga hava vit nýtt hetta orðið í samband við bergholsgerðir. Men latið okkum eisini nýta orðið raðfesting á hesum øki - øki teirra veiku.
10 ára íløguætlan
Tí eg eri ræddur fyri - av beiskum royndum - at um vit ikki fara undir eina miðvísa og ófrávíkiliga raðfesting av loysnum á øki teirra brekaðu, so fara vit at standa í sama staði í ár 2015 og at glæsiliga sjón okkara av einum lítlum føroyskum paradisi royndist ein hvøvisjón saman við øllum gyltum lyftum.Tí mugu vit gera eina 10 ára íløguætlan á brekaðøkinum.
Ein stórur tørvur á hesum nevnda øki er, at tá ið eini hjún, eitt heim, kemur fyri tí lagnu, at eitt barn, ið øðrvísi, er brekað, tá mugu foreldrini sjálvi alla tíðina taka neyðugu stigini til læknahjálp, almannahjálp, umlætting, viðgerð og mangt annað.
Somuleiðis mugu sjálvi tey seta seg í samband við allar møguligar stovnar og støð at vita um hjálp er til taks til ymiskar tørvir. Hetta hevur slitið mong foreldur niður, samstundis sum tey skulu gera sítt dagliga arbeiði og taka sær av hinum børnunum.
Nýggja skipan: Eitt sjálvvirkandi alment trygdarnet
Tí havi eg ætlanir um at seta eina skipan í verk, ið ber við sær, at so skjótt sum staðfest er, at eitt barn hevur serstakan tørv, so gerst eitt sjálvvirkandi alment trygdarnet virkið.
Hetta skal kollvelta núverandi støðu, ið ger, at tað eru foreldrini, ið alla tíðina eru noydd at taka stig og seta seg í samband við Per og Pól.
Henda nýggja skipanin ber í sær, at ein alment settur persónur, t.d. sosialráðgevi ella onkur við hóskandi útbúgving, skal hava alt tað um hendi, ið foreldur í dag vanliga taka sær av - sjálvandi í samráð við foreldrini. Hetta hevði verið ein kollveltandi skipan.
Eg eri ikki vitnandi um at slík skipan virkar á nøkrum øki, men hon virkar í hvussu so er ikki á tí øki, ið eg eri best kendur við: Øki teirra sálarsjúku. Um foreldur ikki stríðast og baksast við myndugleikar og stovnar, hendir lítið. Men her skal vend koma í - og tað skal vera nú.
Tí havi eg sett mær fyri, at vit skulu ikki einans raðfesta viðvíkjandi deyðum lutum, ið nevndir eru, men eisini raðfesta á tí menniskjaliga økinum, raðfesta í lívslagnum og mannsømiligum korum fyri tey veiku.
Tey veiku skulu ikki einans vera politiskt valagn
Tey skulu ikki einans vera ein politisk kastibløka og valagn, men vird sum persónar, sum menniskju, sum vit øll, skapt í Guds mynd. Sum politikkarar eru vit sett til at vera Guds armar her á fold. Skulu vit gera okkum nakra vón at savna saman aftur pettini av einum mistum paradisi í 2015, so skal byrjast nú.
Harra formaður! Eg ynski ikki at fara í søguna, sum løgmaður einans fyri bergholsgerðir og drotningavitjanir og ovurdýr løgtingshús. Men eg havi sett mær fyri at fara í søguna, sum løgmaðurin, ið ikki bara gav lyfti, men sum gjørdi munin og framdi í verki tey lyfti, ið onnur hava givið, men ongantíð framt.
Hitt mista paradísið
Fyri at henda stórbæra og neyðuga ætlan skal eydnast, fari eg - gjøgnum tygum - at bjóða bæði samgongu og andstøðu til fundar, har vit kunnu rætta hvør øðrum hondina og taka neyðugu tøkini saman tvørtur um politisk floksmørk og samgongu og andstøðumørk til fram fyri virðilig kor fyri henda tørvandi partin av landsmonnum okkara
Tí fari eg at taka stig og seta í gongd miðvísar raðfestingar og eina 10 ára íløguætlan til fremjan av av betri lívsvirði fyri tey brekaðu viðvíkjandi bústaðarviðurskiftum, úbúgvarviðurskiftum, arbeiðs- og ítrivsviðurskiftum og øllum øðrum, ið hevur við hesi viðurskifti at gera, soleiðis at vit ár 2015 hava finnið aftur hitt mista paradis teirra teirra sálarsjúku, menningartarnaðu og øllum hinum, ið bera brek.